Føroyskur matur er sunnur

Siðbundnu føroysku rættirnir eru heilsugóðir og kunnu væl etast javnan, sigur serfrøðingur í føðslu

- Føroyskur matur er sunnur matur, og tað ber væl til at eta føroyskan mat av og og á, so leingi vit minnast til at fáa nakað av grønmeti afturvið.

 

Tað sigur Poula Patursson, sum er serfrøðingur í føðslu og starvast í Fólkaheilsuráðnum.

 

Eftir at FM í garnatálg var farna vikuskiftið, hevur nógv verið kjakast um, hvørt teir siðbundnu føroysku rættirnir eru heilsugóðir ella ikki.

 

Poula Patursson er ikki í iva.

 

- Garnatálg er fínt, og tá tú etur tað, so et tað við góðari samvitsku. Men at siga, at tað er beinleiðis sunt, tað ber illa til at siga, tí tað er jú tálg og feitt frá seyði, tað vil siga mettað feitt. Higartil er tað ikki prógvað, at júst tað slagið av feitti er sunt fyri okkum, sigur Poula Patursson, sum tó heldur, at føroyskur matur sum heild er sunnur.

 

- Tað er umráðandi at vita, at tað ber til at gera føroyskan mat sunnari við at eta meira grønmeti til. Etur tú til dømis lambskjøt, so et grønmeti ella salat afturvið. Eisini ber til at eta gularøtur afturvið røstum fiski ella rákost til fiskafrikadellur. Á tann hátt fært tú vitaminir og mineralir, og tú etur minni av tí, sum fitar, sigur Poula Patursson.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Poulu Patursson greiða frá um føroyskan mat, mettað og ómettað feitt.a