Føroyskur rocksangari róstur til skíggja

Sangarin við víða spenninum í røddini er drívmegin í donskum rockbólki

(Mynd: Heavymetal.dk)

Farna vikuskiftið spældi danski tungmálmsbólkurin Iotunn á Copenhagen Metal Fest. Framførslan var á Beta pallinum hjá Amager Bio.

 

Sangari í Iotunn er Jón Aldará av Norðoyri. Hann er eisini sangari í føroyska tungmálmsbólkinum Hamferð.

 

Heimasíðan Heavymetal.dk hevur ummælt framførsluna, og Iotunn fær sera góð skoðsmál fyri framførsluna. Ummælarin heldur, at bólkurin er í altjóða flokki og skal út um Danmark at spæla sum skjótast. Ábendingar vóru longu um hetta, tá ið útgávan «Access All Worlds« kom út í februar, og nú staðfesti bólkurin sítt format á pallinum á Amager hetta kvøldið.

 

Heavymetal.dk heldur, at tónleikararnir í bólkinum spæla sera væl hvør sær, og Jón Aldará er ein framúrskarandi sangari, sum hevur størt spenni og stóra variatión í røddini hjá sær. Ummælarin heldur, at Jón Aldará er primus motor í framførsluni.

 

Heavymetal.dk letur upp í 10 skøltar í sínum ummælum, og Iotunn fær 9 skøltar fyri framførsluna.

 

Ummælið kann lesast í fullum líki her

 

(Mynd: Heavymetal.dk)