Føroyskur sangur umsettur til sjáldsamt mál

Jens Marni Hansen og Kem Poulsen hava gjørt føroysku útgávuna, sum nú er útkomin á tveimum øðrum málum

Sangurin "Lukkan er ei gullið" hjá Jens Marna Hansen er blivin nógv spældur í Føroyum, síðan hann kom út. Sangurin er so mikið væl dámdur, at umheimurin hevur lagt merki til hann, tí nú er sangurin blivin umsettur til tvey mál.

 

Í vár bleiv hann umsettur til svensku dialektina elvdalskt. Og nú er hann eisini umsettur til mari - sum er eitt mál, tey tosa í vesturrusslandi. Millum 400.000 og 500.000 fólk tosa hetta málið.

 

Ísraelski sangarin Ivan Solovyov syngur.

 

Tú kanst hoyra mari-útgávuna her:

 

##med2##