Portal.fo veit í dag at siga, at føroyski skurðlæknin, Heðin Jacobsen í dag kann kalla seg doktara í yvirvekt.
Sum grundarlag undir síni ritgerð hevur Heðin Jacobsen gjørt 6000 skurðviðgerðir.
- Arbeiðið er í høvudsheitum eitt klinisk arbeiði sum umfatar 6.000 sjúklingar sum hava fingið Gastric Bypass. Afturat hesum er gjørdar eitt djórastudiðir fyri at menna ein nýggjan hátt at fyribyrgja langtíðarárin aftaná gastric bypass, sigur hann við portal.fo
Ritgerðin umfatar fýra greinar, ið eru prentaðar í altjóða tiðarritunum Obesity Surgery, British Journal of Surgery og Journal of gastrointestinal surgery.
Heðin Jacobsen, ið er úr Havn, er millum teir læknarnar í heminum sum hevur verið við til flest skurðviðgerðir av fólki sum viga ov nógv. Hann arbeiðir hjá norsku fyritøkuni Aleris Helse, ið er ein privatur veitari av heilsutænastum. Innan skurðviðgerð av fólki sum viga ov nógv er Aleris Helse tann í Evropa fremur flestu viðgerðirnar. Tað er íslendarin Hjørtur Gislason sum byrjaði hetta arbeiði hjá Aleris í 2005, og síðani eru tríggir aðrir skurðlæknar komnir afturat.