Danski forsætisráðharrin og amerikanski forsetin hava fordømt bumbuatsóknina í Islamabad -Eg fordømi álopið, og mínir tankar leita fyrst og fremst til teirra, sum mistu síni kæru í atsóknini, sigur Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, eftir at ein bumba drap uttan fyri donsku sendistovuna í Pakistan í morgun.
Ellivu fólk lótu lív, teirra millum ein pakistonsk kvinna, ið stóð fyri reingerðini á sendiostovuni. Trý onnur pakistonsk starvsfólk hjá sendistovuni fingu skaða.
George W. Bush, forseti, hevur eisini fordømt álopið á sendistovuna.
Pakistanski forsetin, Pervez Musharaf, harmast atsóknina og lovar at arbeiða saman við donskum myndugleikunum.