Fogh friðar høvundastuðul

Danski forsetismálaráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, gongur nú ímóti uppskotinum hjá sínum egna flokki um at avtaka lívslangu veitingina til millum onnur rithøvundar – eisini føroyskar


Tey á leið 300 listafólkini, harímillum Hanus Kamban, sum fáa lívslanga veiting frá Statens Kunstfond, nýtast ikki longur at óttast, at veitingin verður tikin frá teimum.

Tað staðfesti Anders Fogh Rasmussen, forsetismálaráðharri, beint eftir, at hann hevði hildið røðu fyri danska rithøvundanum, Jens Smærup Sørensen, í sambandi við at Smærup Sørensen fekk handa virðislønina De Gyldne Laurbær í farnu viku. 



Ímóti egnum flokki

Tað var annars Vinstraflokkurin hjá Anders Fogh Rasmussen saman við Danska Fólkaflokkinum, sum nýliga settu fram uppskot um at taka av lívslangu veitingina til mest viðurkendu listafólkini í danska ríkinum.

- Veruleikin er, at týðandi listafólk ikki fáa livað av sínum inntøkum. Fyri tey er hendan veitingin ein trygd fyri teirra lívsgrundarlagi. Í somu løtu, sum tey byrja at vinna pening, verður veitingin jú lækkað tilsvarandi. Tað haldi eg í grundini er ein sera rættvís skipan, segði Andes Fogh Rasmussen.

Hann legði afturat, at veitingin eisini hevur súmbolskan týdning við tað, at samfelagið á tann hátt vísir sína virðing fyri hesum listafólkunum.

Í løtuni kann lívslanga veitingin í mesta lagi verða 140.000 árliga. Eisini føroysk listafólk hava møguleika at fáa hesa veiting. Sambært ársfrágreiðingini hjá Statens Kunstfond fyri 2007 telist Hanus Kamban, rithøvundur, nú eisini millum høvundarnar, sum verða løntir á donsku fíggjarlógini, so leingi teir liva. 



Neyðugur stuðul

Í síni takkarrøðu vísti Jens Smærup Sørensen á týdningin, sum listastuðulin hevur havt fyri hann sum rithøvund.

- Eg hevði ikki kunnað skrivað nakra av mínum bókum, heldur ikki hesa seinastu, uttan at søkja stuðul hjá donsku skattgjaldararnum, segði Jens Smærup Sørensen, og legði afturat, at Mærkedage er fyrsta bókin, hann hevur kunnað liva av øll síni 37 ár sum rithøvundur.