Fogh oystur undir í máling

Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri noyddist fyrradagin at sanna, at allir danir eru ikki líka fegnir um avgerðina hjá stjórnini at senda eitt herskip og ein kavbát til Persaflógvan at stuðla amerikanska álopinum á Irak.

Seinnapartin týsdagin kunnaðu Anders Fogh Rasmussen og Per Stig Møller, uttanríkisráðharri uttanríkispolitisku nevndina hjá Fólkatinginum um avgerðina hjá stjórnini. Teir vóru júst komnir av fundinum, tá tveir ungir menn troðkaðu seg fram at teimum og sprændu reyða máling eftir teimum. Serliga forsætisráðharrin fekk nógva máling oman yvir seg og kvikaði sær inn á skrivstovu sína. Uttanríkisráðharrin var eitt sindur hepnari.
Teir báðir ungu menninir vórðu alt fyri eitt tiknir og koyrdir á eina løgreglustøð. Talsmenn hjá bæði samgongu og andstøðu fordømdu tilburðin, og trygdarleiðarin á Christiansborg segði, at í framtíðini verður betur ansað eftir, hvør sleppur fram at politikarunum.
Felagsskapurin "Globalar røtur" skipaði fyri atgerðini ímóti teimum báðum ráðharrunum, og felagsskapurin boðaði seinni frá, at hann fer at halda fram við tiltøkum til tess at mótmæla, at Danmark stuðlar álopinum á Irak.