Tey í árstalsfelagnum vóru lætt um hjartað og ógvuliga fegin, tá ið Dagfinn Forná bríkslaði fyri síðstu ferð í Fuglafirði mikukvøldið. Tað var ein lætti, at tað eydnaðist at spæla dystin á tamb, tí eina løtu í 1. hálvleiki var tað grovur heglingsælingur, meðan toran gekk. Og so var tað sjálvandi stórur lætti, at tað eydnaðist at venda 0-1 til 2-1 og harvið fulla úrtøku.
-Vit hava fleiri ferðir fyrr í ár megnað at svara aftur, eftir at vit hava ligið undir. Tað er strevið, men tað er sjálvandi gott, at vit megna at svara aftur, staðfestir B36 venjarin Sámal Erik Hentze, sum nú leggur ætlanir upp undir EB/Streyma vitjanina.
Setningurin hjá B36 venjaranum hevur síðani mikukvøldið verið at fáa spælararnir at halda seg burtur frá sjálvsagda prátinum í felagnum annars um, at nú er stutt til FM heitið er vunnið, og at tað kanska verður longu í dag. Ímóti NSÍ var B36 síðsta sunnudag aftanfyri 2-0, áðrenn tað eydnaðist at venda gongdini, og mikukvøldið varum reppið, at ÍF økti til 2-0, áðrenn favorittarnir svaraðu aftur.
3. august vitjaði B36 við Margáir. Tað var í seytjanda umfari. EB/Streymur vann 1-0, og tað var fyrsta ferðin í ár, at B36 onga úrtøku vann.
Hørður Askham er framvegis leikbannaður, og spurningurin er, um tað verður neyðugt enn eina ferð at umskipa í miðverjuni. Odmar Færø noyddist av vøllinum í Fuglafirði, tí hann var skaðadarvaður. Ímóti NSÍ loysti Símun Joensen av í miðverjuni. Í Fuglafirði varð Klæmint Matras fluttur aftur í miðverjuna og Benjamin Heinesen settur inn á miðvøllin, tá ið Odmar fór av vøllinum.
EB/Streymur hevur framvegis fjórða plássið at spæla um. Umstøðurnar eru øðrvísi og lítið hugaligar, nú sorgin rakti so meint. Rúni Nolsøe hevur boðað frá, at hann fer ikki at halda fram sum venjari í felagnum. Síðsta avbjóðingin hjá honum er at lyfta spælararnar og liðið aftur.
Avbjóðingin verður uppaftur størri av, at fleiri spælarar í ikki so breiða hópinum ikki eru tøkiur. Gert Hansen hevur brotið fótin og spælir ikki aftur í ár, og tríggir spælarar eru burturstaddir á lestrarferð – Jóhannes Hansen, sum nógvu tær seinastu ferðirnar hevur verið vongverji í vinstru, Hanus Olsen og Allan Hansen.