Tað er Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, sum setur spurningin fram.
- Orsøkin til at eg seti hendan spurningin er, at vit hava ógvuliga høg tøl fyri kynssjúkuni klamydia í Føroyum, og tí havi eg spurt landsstýriskvinnuna í skúlamálum um sexualundirvísingina í skúlunum, sigur Bjørt Samuelsen.
Hon heldur, at tað er nakað, ið bendir á, at nýtslan at hít er minkað rættiliga nógv.
- Tað er lætt at verja seg fyri klamydia, um man brúkar hít, og tá tølini fyri klamydia eru so høg ber tað boð um, at føroyskir ungdómar ikki longur eru so ansnir at brúka hít, sigur Bjørt Samuelsen.
Spurningurin er so, hvussu nógv verður gjørt við hetta í skúlunum.
- Tað er jú í stóran mun í fólkaskúlunum og í miðnámsskúlunum, at tað fæst fatur á teimum ungu, sum standa á gáttini til at byrja eitt sexlív, sigur Bjørt Samuelsen.
Hon setur eisini Helenu Dam á Neystabø ein spurning um undirvísing í síni heild.
- Tann lesiætlan, sum verður fylgd í sexualundirvísing er ógvuliga gomul, og tað er vanliga lærarar í biologi, ið hava hesa undirvísingina. Tað merkir, at tað eru ikki lærarar, ið hava fingið serliga vegleiðing at undirvísa í sexualundirvísing, sigur Bjørt Samuelsen.
Ónøgd við støðuna
Hon vísir á, at tey ungu verða yvirfloymd av tilfari um sex á internetinum.
Har finst ein rúgva, sum snýr seg um sex og sexlív, og sumt av hesum tilfarinum er avgjørt ikki egnað at vea grundleggjandi vitanin hjá teimum ungu um sex og kynslív. - Og tí spyrji eg landsstýriskvinnuna, hvat hon ætlar at gera fyri, at undirvísingin um kynssjúkur og kynslív verður dagførd í skúlunum, sigur Bjørt Samuelsen.
Tjóðveldiskvinnan vísir til hagtøl frá landslæknanum sum vísa, at tilburðirnir av klamydia eru vaksnir rættiliga nógv.
- Tað er jú greitt tekin um, at undirvísingin svíkur onkunstaðni. Hartil finst ein serkanning, sum Malan Egholm hevur gjørt, ið vísir, at bæði næmingar og lærarar eru ónøgd við ta sexualundirvísing, sum er, sigur Bjørt Samuelsen.
Væntandi fer Helena Dam á Neystabø at svara fyrispurninginum í komandi ella í aðru viku.