Í sambandi við at tað er rørsluár í ár »Rørsluuárið 2009« er upplagt at seta fokus á rørslu á stovnum, tí valdu vit á Dagstovnum í Hoyvík at hava tvær evnisvikur við rørslum, sigur Nita Sørensen, varaleiðari á stovninum.
Vit deildu børnini upp eftir aldri, t.v.s at øll tey børn, ið fødd eru í 2002 vóru í sama bólki o.s.fr.
Vit hava 6 stovur her á stovninum, 3 barnagarðsstovur og 3 vøggustovur. Børnini komu á hendan hátt at verða meira saman við øðrum børnum á stovninum. Somuleiðis fingu starvsfólkini høvi at arbeiða meira saman við øðrum starvsfólkum á hinum stovunum.
Vikurnar vóru skipaðar soleiðis, at hvør bólkur fór til eitt nýtt stað hvønn dag. Støðini vóru: Viðarlundin, fløtan við Skógrøkt, vøllurin í Gundadali, Tórsbreyt, vøllurin við Maritugøtu, spæliplássið Eystangil, á Skansanum, Hoyvíkshagin, fimleikarhøllin í Hoyvíkar skúla og Hoyvíkshøllin.
Hetta vóru tvær spennandi, mennandi, stuttligar og hugnaligar vikur, bæði fyri børnini og starvsfólkini, og fara vit heilt víst at hava rørsluvikur aftur í framtíðini, sigur Nita Sørensen varaleiðari á stovninum.
Dagstovnurin í Hoyvík varð bygdur í 1983. Stovnurin er deildur upp í 3 hús, í hvørjum húsi er 27 børn: 10 vøggustovubørn og 17 barnagarðsbørn. Á stovninum eru 25 starvfólk, harav tey 14 eru pedagogar. Leiðari á stovninum er Anna Maria Anthoniussen.
Heimasíðan: www.dagstovnurinihoyvik.fo