Fokus á vinnu í Eysturoy

Fríggjadagin verður vinnuting hjá Eysturoyar vinnulívsfelag á Eiði. Millum annað verður gongdin hjá vinnuni í Eysturoy greinað

Eysturoyggin útflytur saman við Norðoyggjum umleið tveir triðingar av virðunum, sum fara av landinum. Hetta var niðurstøðan, seinast Vinnuráðgeving gjørdi eina greining av vinnulívinum í Eysturoy.

Til vinnutingið á Eiði fríggjadagin, verður aftur ein tílík greining borin fram.

- Vit fara helst at síggja nøkur av somu lutfallunum, men mann kann eisini rokna við, at kreppan hevur gjørt sína ávirkan, hóast vit onkursvegna ikki hava nóg nógv hagtøl, sigur Símun Hammer, sum verður seinastur á skránni fríggjadagin, eftir at Rodmundur Nielsen, Eyðun Gaardbo og Jens Christian Olsen eru komnir við sínum innleggum.

Símun Hammer greiðir víðari frá, at greiningarnar vanliga verða gjørdar útfrá roknskapum og tølum frá hagstovuni og so framvegis, fyri at geva eina mynd, har tað ber til at sammeta fyritøkur og økir.

- Fyritøkur kunnu til dømis nýta greiningina til at arbeiða víðari við, soleiðis at tær kunnu gerast betri, metir Símun Hammer.


Vinnan kemur saman

Símun Hammer greiðir víðari frá, at hóast Føroyar burdu verið nóg lítlar til eitt vinnuting fyri landið, so metir hann, at tað tænir vinnulívinum í Eysturoy at koma saman av og á. Vinnuting er fýra ferðir um árið, og hesaferð verður tað í bygninginum hjá Faroe Marine Biotech á Eiði.

- Hetta vísir seg, at vera eitt mennandi forum fyri fyritøkur í Eysturoy, tí at leiðslurnar kunnu tosa um avbjóðingar og trupulleikar í fyritøkur, sigur Símun Hammer, stjóri á vinnuráðgeving.