Í gjár boðaði Sands kommuna frá, at tey fara at steingja fyri vatninum nú klokkan 10 í morgun.
Hetta er vegna brot á vatnleiðingini, sum merkir, at neyðugt verður at skifta ein part av leiðingini út við nýggja leiðing.
- Stongt verður fyri vatninum so leingi, sum arbeiðið varar, og vónandi bera fólk yvir við okkum, verður lagt aftrat.
Tey, sum lesa hesar reglur nú í morgun, hava enn nakrar minuttir at fylla sær upp í ketilin ella grýtuna.