Fólk eru desperat

Martin Kúrberg, leiðari av Herberginum, hevur akkurát verið í útvarpinum, og kært sína neyð. Fleiri og fleiri ung enda á gøtuni og á Herberginum, og tað eru ung heilt niður í byrjanini av 20´unum, sum eru bundin av rúsevnum og uttan nakað sosialt netverk.


Ung, sum stríðast við sálarligar avbjóðingar, og sum dempa teirra kenslur við rúsandi evnum. Fyri at skaffa pening til rúsandi evnini, enda tey ofta úti í kriminaliteti og so koyrir mylnan. Inn og út av arrestini, inn og út av Herberginum, meðan øll standa rundanum og vaska hendur.


Sum Martin eisini sigur, so hava vit eina rúgvu av tilboðum, men ongin arbeiðir saman, og tí detta fleiri og fleiri niður millum í tí frumskógarkendu skipanini, vit kalla Almennaverkið.


Eg arbeiði við børnum og ungum, og eg veit, hvussu torført tað kann vera at fáa tí neyðugu hjálpina og tann neyðuga stuðulin, tá tørvur er á tí.


Eisini sum mamma!


Og tað má loysast!


Her má vera gjøgnumskygni!


Um títt barn hevur trupulleikar, so mást tú kunna fáa hjálp, uttan at tú skalt berjast sum ein leyva, burturvilst í onkrari almennari pyramidu av hjálpiinstansum.


Onkur skal vera har, sum leiðir teg ígjøgnum tað – beinanvegin.


Almannaverkið hevur nógv dugnalig fakfólk, sum brenna fyri teirra arbeiði, men onkursvegna spennir skipanin bein fyri sær sjálvari, og av tí sama síggja vit umaftur og umaftur børn og ung, sum detta niður millum.


Og foreldur, sum standa hjálparsleys og hyggja at. Hjálpin, tú fær, kann ikki vera treytað av, hvussu nógvar resursir, tú sum foreldur hevur.


Har MÁ vera javnvág í.


Øll mugu fáa hjálp, sjálvt um tey ikki hava orkuna til at berja seg ígjøgnum skipanina. Har má vera ein hurð, sum er opin fyri øllum og har øll vera loftaði. Vit mugu styrkja um fakligheitina, skapa meira gjøgnumskygni, meira javnvág og seta inn skjótari. Hesum ynski eg millum annað at arbeiða fyri. Um tú velur meg á lista C, so lovi eg at rópa hart og leingi um hesi viðurskifti.

 


Herborg Torkilsdóttir,

 

valevni hjá Javnaðarflokkinum