Fólk flutt burtur á fleiri fronskum flogvøllum

Frakland er í hægstu tilbúgving, eftir at ein lærari varð dripin í Fraklandi hin 13. oktober.

Sambært tíðindastovuni AFP eru fólk flutt burtur av seks fronskum flogvøllum, tí her hava verið bumbuhóttanir. 

Á flogvøllinum, Lille-Lesquin, varð farið undir at flyta fólk burtur, eftir at starvsfólk fekk teldupost við bumbuhóttan stutt eftir klokkan 10 í morgun.

 

Franska ávísin, BFMTV, veit at siga, at flogvøllirnir, haðani fólk eru flutt burtur, eru í løtuni flogvøllurin í Lille, Lyon, Nantes, Nice, Toulouse og Beauvais, nærindis París.

 

NTB veit at siga, at myndugleikarnir hava gjørt av at flyta fólk burtur fyri at beina burtur allan iva um, hvørt bumbuhóttaninar eru veruligar ella ei.

 

Franskir myndugleikar siga, at eingi flogfør í løtuni sleppa avstað úr ávikavist Toulouse, Lille og Lyon. Higartil eru ongar fráboðanir komnar um løstað.

 

Frakland er í hægstu tilbúgving, eftir at ein lærari varð dripin hin 13. oktober, og her verður sagt, at talan møguliga var um eitt "islamiskt" álop, sum tikið verður til.