Fólk keypa økologiskt

? Sig mær hvat tú etur og eg skal siga hvørt tú ert. Í øllum førum er økologiskur matur vorðin væl umtóktur í Føroyum og útboðið økist í hvørjum.

Mangan verður tikið til, tá ið borðreitt verður við minni góðum mati, at »eingin er deyður av hesum enn«. Veruleikin í dag er, at matur í kølidiskum í stóru handilshúsunum í londunum kring okkum er fongdur við vandamiklum bakterium og sjúkum. Tað og at fólk yvirhøvur eru vorðin meiri tilvitað um, hvat verður proppað í munnin hevur gjørt, at vistfrøðiligur ella økologiskur matur hevur fingið vind í seglini.

Aðra staðni er kappingin av álvara harðnað ímillum økologiskan og vanligan mat, og øll tekin eru um, at kappingin verður enn harðari, eisini heima hjá okkum.

Størsti matvøruhandilin í landinum, Miklagarður í SMS, hevur givið sær far um hesa broytingina í hugburðinum hjá fólki og á teim nógvu túsund hillunum í Miklagarði ber nú til at finna eitt breitt úrval av økologiskum mati.

? Vit ætla at satsa enn meir uppá økologiskan mat og alla tíðina fáa ein størri úrval. Eg vil ikki siga, at tað verður skratt av hillunum, men tað er ógvuliga væl umtókt og vit fáa nýggja vøru heim hvønn mánadag, sigur Niels Mortensen, stjóri fyri handlarnar hjá SMS.

Økologiskur matur kostar væl meiri enn vanligur matur, prísmunurin liggur um 10-20 %. Hóast økologiskur matur gerst betri umtóktur, metir Niels Mortensen ikki, at grundarlag er fyri einum handli, sum burturav selir økologiskan mat.

? Ikki enn, men uppá longri sikt rokni eg við, at um 5-10 prosent av umsetninginum hjá okkum verður økologisk søla.

Tað eru serliga fólk, sum hava búð uttanlands, ið eru millum ídnastu keypararnar av økologiskum mati, og frukt og grønmeti er tað mest selda. Til ber eisini at fáa kaffi, te, ost, breyð frá bakaranum og nógv, nógv annað økologiskt.

Skuldi nakar ivast er økologiskur matur matur, sum er dyrkaður og framleiddur uttan handilstøð og onnur kemisk evni. Strangar treytir verða settar teimum, sum dyrka økologiskt grønmeti, frukt ella heysta økologiska grøði. Tey skulu ikki hava brúkt handilstøð í trý ár, - jørðin skal hava frið í tvey ár og triðja árið ber til at siga, at vørurnar, sum verða dyrkaðar í jørðini eru úr einum náttúruumhvørvi, sum er frítt fyri kemisk evni. Natúrtøð ger jørðina fruktabetri og dygdin á vørunum verður tí sjálvsagt eisini størri. Ikki at gloyma verður náttúran spard fyri skaðilig árin av ymsum slagi.

Økologiska úrvalið í Miklagarði kemur alla staðni frá, serliga úr Danmark. Vørurnar eru sum sagt undir strongum eftirliti og keyparin eigur at kenna seg vissan í, at tá eitt Ø stendur á vøruni er hon vistfrøðilig og tískil púra rein fyri allari kemiskari og ónatúrligari ávirkan.