Fólk stúra fyri umhvørvinum í alivinnuni

Ein norsk spurnarkanning vísir, at fleiri halda, at trupulleikarnir, sum alivinnan dregist við, heldur fara at veksa enn minka.

Størsta avbjóðingin er laksalúsin, bæði í samband við umhvørvi, fiskavælferð og fiskaheilsu. 

Tríggir av fýra norðmonnum halda, at umhvørvistrupulleikarnir í alivinnuni, sum eitt nú laksalús og rýming, fara at vera verandi ella veksa tey næstu fimm árini.

 

Bert 17 prosent vænta, at trupulleikarnir fara at minka.

 

Hetta kemur fram í einari spurnarkanning millum fólk, sum Opinion hevur gjørt í samband við ráðstevnuna, The Ocean, sum verður í døgunum 14.–15. september.

 

Slíkar kanningar verða gjørdar árliga, og svarini eru støðug yvir tíð. Trúgvin á, at trupulleikarnir fara at gerast minni í alivinnuni, er størst á norska Vesturlandinum og millum tey tilkomnu.

 

Tað er iLaks, sum hevur hugt í eitt tíðindaskriv, sum viðger hesi viðurskifti. 

 

Granskingarstjórin, Geir Lasse Taranger, sum starvast á norska Havgranskigarstovninum, situr í programnevndini fyri The Ocean, sum savnar luttakarar úr aling, granskingarumhvørvinum og umsiting.

 

Hann heldur, at kanningin vísir tørvin á skipaðum arbeiði fyri burðardyggleika í alivinnuni.

 

- Vit síggja, at tað verður arbeitt málrættað og konstruktivt við gransking, umsiting og í vinnuni fyri at loysa avbjóðingarnar, sum eru knýttar at umhvørvinum, fiskaheilsu og fiskavælferð í alingini, sigur Geir Lasse Taranger.

 

Hann heldur, at størsta avbjóðingin er laksalúsin, bæði í samband við umhvørvi, fiskavælferð og fiskaheilsu. 

 

Spurnarkanningin, sum sipað verður til, er gjørd millum 1006 fólk í Noregi í døgunum millum 26. juli og 6. august. Úrslitini byggja bæði á kyn, aldur og geografi. 

 

Meira um nevndu spurnarkanning kann lesast á iLaks.no.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Størsta avbjóðingin er laksalúsin, bæði í samband við umhvørvi, fiskavælferð og fiskaheilsu. 

Her síggjast úrslit úr norsku spurnarkanningini, sum iLaks ger burturúr.