Fólkaflokkur og Sam­bands­flokk­ur kunnu skipa sam­gongu einsamallir

Tað vísir veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið og Portalin

Kanningin gevur Fólkaflokkinum 29 prosent, sum er ein framgongd upp á 10,1 prosenststig. Tað gevur flokkinum 10 tingsessir.

 

Sambansflokkurin fær 19,8 prosent, sum er ein afturgongd upp á 0,1 prosentstig. Og tað gevur flokkinum 7 tingsessir.

 

Javnaðarflokkurin fær 18,8 prosent, sum er ein afturgongd upp á 7,8 prosentstig, og sum gevur flokkinum 6 tingfólk.

 

Sjálvstýri kemur ikki upp um tinggáttina.

 

Tjóðveldi fær 17,8 prosent, sum er ein framgongd upp á 0,1 prosentstig. Tað gevur flokkinum 6 tingsessir.

 

Framsókn fær 6,9 prosent, sum er ein afturgongd upp á 0,6 prosentstig, og tað gevur flokkinum 2 tingsessir.

 

Miðflokkurin fær 4,8 prosent, sum er ein afturgongd upp á 1,7 prosentstig, sum gevur flokkinum 2 tingsessir.

 

##med2##