Eirikur Lindenskov
? Nú tann politiska skipanin leggur upp til, at flokkarnir gera almenninginum vart við hóskandi løgmansevni, hevur Fólkaflokkurin gjørt av at vísa á Anfinn Kallsberg, fíggjarmálaráðharra, sum boð floksins til komandi løgmann, um Fólkaflokkurin eftir løgtingsvalið í vár kemur í samráðingarstøðu og verður við í eini komandi samgongu á løgtingi.
Hesini boðini koma frá formanni Fólkafloksins, Óla Breckmann. Sambært nýggju stýrisskipanini verður farið øðrvísi fram við samráðingunum, tá ið løgtingsvalið er av. Eins og vit kenna tað úr Danmark verður eitt sonevnt formansumfar, tá valúrslitið er greitt, og fara flokkarnir táat peika tann floksleiðaran, teir halda skal verða løgmaður.
Sum kunnugt er Óli Breckmann formaður Fólkafloksins á tingi, men tað verður ikki hann, sum verður løgmaður, um hetta verður litið Fólkaflokkinum í hendi.
Sambært veljarakanningunum eru tað fýra flokkar, sum kunnu koma í ta støðu at fáa løgmann: Tjóðveldisflokkurin, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin.
Niðurstøðan kann tí verða, at komandi løgmaður fer at verða Heini O. Heinesen, Edmund Joensen, Anfinn Kallsberg ella Jóannes Eidesgaard