Fólkaflokkurin fýra valevnir í Norðoyggjum

Tveir løgtingslimir, ein býráðslimur og ein borgarstjóri eru á vallistanum.

Norðoya Fólkafloksfelag boðar í kvøld frá, at felagið hevur havt triðja og seinasta uppstillingarfund, og sostatt er endaligi listin hjá felagnum til løgtingsvalið klárur. 


Á listanum eru fýra nøvn. Tríggir menn og ein kvinna stilla upp, harav trý teirra hava bústað í Klaksvík. 


Ikki óvæntað, so eru bæði løgtingsfólkini hjá flokkinum í Norðoyggjum, Jákup Mikkelsen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdótti, á listanum. 


Hini bæði valevnini eru kend frá lokalpolitikki í Norðoyggjum. 


Eyðstein Poulsen er í løtuni býráðslimur í Klaksvíkar Býráð. Hetta næstu ferð, at hann stillar upp til løgtingsval. 


Síðstu persónurin á listanum er Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri á Viðareiði. Hetta er fyrstu ferð at Hans Jákup Kallsberg er uppstillaður til løgtingsval.