At valfelag Fólkafloksins í norðuroyggjum mótmælir skerjingum á Klaksvíkar sjúkrahúsið er púra óskiljandi, tí skerjingar á almannaøkinum, og herundir eisini heilsuøkinum, er júst í tráð við politikkin hjá Anfinni Kallsberg, Rúnu Sivertsen og Fólkaflokkinum.
Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt Fólkaflokkin, uttan nakað mótmæli úr valfelagnum í Norðoyggjum, føra fram at vit mugu skerja almennu útreiðslurnar, og hetta meinast eisini við Klaksvíkar sjúkrahús. Somuleiðis er hetta at gera tey gomlu og sjúku til kastibólt hjá politikkarunum, og hví látast nú at vera ímóti hesum politikki.
At vilja broyta Føroyar til eitt lágskattaland er júst tykkara politikkur, og skal skatturin lækkast, hvar skal so peningurin til almanna- og heilsuøki koma frá. Nei manligari hevði verið um tit stóðu fram og vardu avleiðingarnar av borgarliga politikkinum, har korini versna hjá gomlum og sjúkum, meðan gongdin at gera Føroyar til eitt lágskattalandi heldur fram.