Tað er í dag, at Fólkafundurin 2013 fer av bakkastokki.
Stóra tiltakið verður hildið í báðum samanbygdu ítróttarhøllunum í Klaksvík.
Fólkafundurin 2013 er ein politiskur, demokratiskur festivalur. Slíkir festivalar vera eisini hildnir árliga í fýra av okkara grannalondum: Svøríki, Norra, Finnland og Danmark. Endamálið við slíkum tiltøkum er at savna myndugleikar, feløg, áhugafeløg og einstaklingar á einum og sama stað – og harvið minka um frástøðuna millum ymsu aktørarnar í samfelagnum.
Høvuðsfyriskipararnir skipa fyri tveimum pallborðsfundum. Fríggjakvøldið klokkan 21.00 kjakast “eldru” politikkarnir: Torbjørn Jacobsen (Tj), Jóannes Eidesgaard (Javn.fl), Óli Breckmann (Fólkafl) og Magni Laksáfoss (Samb.fl.).
Leygarkvøldið klokkan 21.00 eru formennirnar í øllum sjey flokkum á løgtingi bodnir til Klaksvíkar at kjakast.
Harafturat skipa fleiri av feløgunum fyri góðum tiltøkum fríggjadagin frá klokkan 11.30 til 21.00 og leygardagin frá klokkan 13.00 til 21.00.