Fólkakirkjan missir undirtøku ímillum føroyingar

Alsamt minni og minni partur av føroyingum vilja hoyra til fólkakirkjuna

Alsamt minni og minni partur av føroyingum vilja hoyra til fólkakirkjuna. Hagstovan hevur gjørt støðuna hjá fólkakirkjuni upp og tað vísir, at nú eru tað 78,6 prosent av føroyingum, sum eru limir í Fólkakirkjuni. Hetta er væl minni enn fyri 20 árum síðani tí tá vóru 84, 3 prosent av føroyingum limir í fólkakirkjuni. Men síðani í 2000, er talið stútt og støðugt minkað, til tað nú er komið niður á 78,6 prosent.

 

Tað merkir kortini ikki, at kirkjurnar eru við at tømast, tí fólkatalið í Føroyum er nógv hækkað hesi seinastu árini, so í talið eru tað væl fleiri fólk, sum ganga í kirkju nú, enn fyri 20 árum síðani. Í 2000 vóru 39.000 føroyingar limir í fólkakirkjuni, men í dag eru tað 41.601 føroyingar, sum eru limir í fólkakirkjuni.

 

Men tað er eisini rættiliga stórur munur á, hvussu stóra undirøku fólkakirkjan hevur í ymsym pørtum í landinum. Ongastaðni eru fólk so trúføst ímóti fólkakirkjuni sum í Norðstreymoyar Eystara Prestadømi, har heili 90,9 prosent av fólkinum eru limir í Fólkakirkjuni. Tað eru bygdirnar Hósvík, Hvalvík, Streymnes, Saksun, Nesvík, Langasandur, Haldórsvík og Tjørnuvík. Í Vágum eru 89,6 prosent av fólkinum limir í fólkakirkjuni og í Sandoynni eru 88,7 prosent limir í fólkakirkjuni.

 

Vánaligast undirtøku hevur fólkakirkjan í Norðoyggum, har brøðrasamkoman stendur sterk tí har eru bara gott 60 prosent av fólkinum limir í Fólkakirkjuni, og tað er nógv minni enn nakra aðrastaðni í landinum.

 

Í talvuni niðanfyri sæst, hvussu nógvar limir, Fólkakirkjan hevur í teimum ymsu pørtunum í landinum.

 

##med2##