Fólkaminkingin í útjaðaranum heldur á

Erika Hayfield, adjunktur í samfelagsvísindum, greiðir frá at fólkaminking í útjaðaranum er ein alheims avbjóðing, og fer væntandi at halda á í framtíðini.

Hóast vit eru 481 fleiri fólk í Føroyum enn fyri einum ári síðani, tømist grannalagið á føroysku útoyggjunum.

 

Sambært uppgerð hjá Hagstovuni, búðu 235 fólk á teimum átta útoyggjunum í Føroyum; Stóru Dímun, Skúgvi, Hesti, Koltri, Mykinesi, Kalsoy, Fugloy og Svínoy í november 2014.

 

Hetta eru níggju fólk færri enn í november í 2013, tá ið tað búðu 244 fólk á hesum útoyggjunum. Til samanberingar, búðu 410 fólk á hesum átta útoyggjunum, ella 175 fólk fleiri enn nú í 2001.

 

Sambært Eriku Hayfield, adjunkti í samfelagsvísindum, sum eisini var partur av arbeiðsbólkinum, ið orðaði heildarætlanina 'Fólkaflyting og Fólkavøkstur', so fer hendan gongdin helst at halda fram.

 

Hon sigur, at talan er um eina urbanisering, har fólk festir búgv, har arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikarnir eru. Trýst á pílin undir myndini, fyri at lurta eftir samrøðuni við Erika Hayfield á Rás 2 á miðdegi.