Næsta ár skal fólkapensjónin hækka 20 krónur um mánaðin.
Tað fer Løgtingið nú at samtykkja sum eitt lið í endamálinum at leggja upp fyri príshækkingum í samfelagnum.
Í tí sambandi hevur Annika Olsen lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka almannaveitingarnar 0,85 prosent.
Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt málið og har er niðurstøðan, at nú arbeitt verður við eini pensjónsnýskipan, er tað neyðugt at hugsa um inntøkuna hjá støkum fólkapensjónistum, sum ikki hava aðra innøku.
Ein minniluti í nevndini, Sirið Stenberg, Bjørt Samuelsen og Rigmor Dam, vísa á, at verða almannaveitingarnar hækkaðar 0,85 prosent, verður talan um at fólkapensjónirnar hækka 20 krónur um mánaðin.
- Einir 4.500 stakir fólkapensjónistar hava so at siga bert fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, og mugu tískil klára seg fyri góðar 10.000 krónur um mánaðin áðrenn skatt, og smáar 9.000 kr. fyri giftar fólkapensjónistar áðrenn skatt.
- Tað er nærum ógjørligt at klára s olju, mat og klæðir og tí hava Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi lagt uppskot fyri tingið um at hækka pensjónina hjá giftum pensjónistum 3.000 krónur um árið og pensjónina hjá støkum pensjónistum 4.200 krónur um árið.
Hetta er ein hækking, sum kemur afturat teimum 20 krónunum.