Fólkapensjónistar hava góðar treytir tá ið teir arbeiða

Tað er skeivt tá ið nógvir pensjónistar hava ta fatan, at tað loysir seg ikki at arbeiða, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna

Fólkapensjónistar, sum arbeiða, hava góðar treytir. Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum. Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hana um viðurskiftini hjá pensjónistum.

 

Landsstýriskvinnan sigur, at hóast markið fyri, hvussu nógv ein pensjónistur kundi tjena, uttan at pensjónin varð skerd, er minkað úr 60.000 krónum, niður í 45.000 krónur um ári, tað nú meira lokkandi at arbeiða sum fólkapensjonistur, enn tað var fyri bara tveimum árum síðani.

 

Hon ásannar, at annars hava nógvir pensjónistar ta fatan, at tá ið teir hava tjent 45.000 krónur, loysir tað seg ikki at arbeiða meir. Men í veruleikanum lønar tað seg altíð hjá fólkapensjonistum at arbeiða, og pensjonisturin fær altíð meiri burturúr at taka eitt tørn afturat, sigur hon.

 

Myndin niðanfyri vísir sambandið millum arbeiðsinntøku og inntøku aftaná skatt og øll kravd gjøld. Fyri hvørja krónu arbeiðsinntøkan hækkar, hækkar eisini tann tøka inntøkan, sum er inntøka eftir skatt og øll kravd gjøld Myndin vísir, at tað er ein munur á hallinum á linjuni hjá ávikavist fólkapensjonisti og hjá løntakara, sum ikki er pensjonistur, men hallið er hóast alt avmarkað.

 

##med2##

 

Tað kunnu vera skattatekniskar orsøkir til, at pensjónistar hava ta fatan, tað ikki lønar seg at arbeiða. Eitt nú verður heilsutrygdargjald og kringvarpsgjald trekt av tí, sum verður flutt fyrst, og kemur lønin áðrenn pensjónin, sær tað út sum um at skatturin á løn er óvanliga høgur. Men hetta javna seg út, og tá mánaðurin, ella árið, er farið afturum, hevur fólkapensjonisturin altíð fingið meira burturúr at arbeiða.

 

– Ein fólkapensjónistur á arbeiðsmarknaðinum hevur munandi hægri inntøku enn starvsfelagin, sum ikki er fólkapensjónistur. Talvan niðanfyri vísir inntøku eftir skatt og gjøld hjá fólkapensjonistum á arbeiðsmarknaðinum.

 

##med3##

 

Afturat hesum upphæddunum oman fyri, kemur so útgjald frá privatari pensjón, og útgjald sambært eftirlønarlógini. Tað skal nevnast, at uppspard eftirløn, sum verður útgoldin sum lívrenta ella lutapensjón, verður roknað sum inntøka og harvið mótroknað í fólkapensjónini, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

 

Fyri at seta upphæddirnar í talvuni omanfyri í ein samanhang er í talvuni niðanfyri dømi um, hvat ein løntakari, sum ikki er pensjonistur, fær útgoldið aftaná skatt og gjøld.

 

##med4##

 

– Talvurnar omanfyri vísa, at fólkapensjonistar á arbeiðsmarknaðinum hava góðar treytir. Ein fólkapensjonistur, sum arbeiðir fulla tíð sum ófaklært arbeiðsfólk, hevur umleið 6.750 til 9.300 krónur meira eftir um mánaðin enn starvsfelagin, sum ikki er fólkapensjonistur, sigur hon. Og hon leggur afturat, at tað er lítil munur á at hækka markið upp aftur á 60.000 krónur.