Christian N. Ihlen
Bókin um fólkaræði hjá Beintu í Jákupsstovu er ætlað fyrstaárslesandi á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum og sum ískoytistilfar til miðnámslesandi í samfelagsfrøði, søgu og heimsspeki. Eisini verður víst á, at bókin hevur almennan áhugað í hesum tíðum, nú fólkaræðið er undir trýsti frá øðrum stýrisskipanum. Beinta í Jákupsstovu hevur fingið íblástur úr bókini “Models of Democracy” (1992) hjá kenda, enska stjórnmálafrøðinginum David Held, og yvirhøvur eru keldurnar ella frágreiðingarnar sera væl valdar og uppi í tíðini. Tað hevur sera stóran týdning, at tilfar í stjórnmálafrøði á føroyskum verður givið út av høvundi, sum hevur kunnleika til tað føroyska samfelagið.
Einki kemur av sær sjálvum, verður sagt. Soleiðis er eisini við politisku skipanini, sum í vesturheiminum er bygd á fólkaræði. Fólkaræðið er ikki komið av sær sjálvum, men hevur ment seg síðani griksku fornøldina. Í meira enn tvey túsund ár hevur verið støðugt stríð um valdið millum sonevnda kappingarfólkaræðið, har elitan stýrir, og luttakarafólkaræðið, har allir borgarar í samfelagnum hava valrætt og fara á val. Hvussu stór luttøkan er á valum, er ofta eitt barometur fyri, hvussu vælvirkandi eitt fólkaræði er. Stórt stríð er um skrivi- og talufrælsi í løtuni, tí fólkaræðisligu skipanirnar eru undir trýsti frá m.a. autokratiskum londum. Alsamt fleiri spyrja, hvørt hesi lond skulu gera av, hvat vit kunnu siga og skriva. Skrivi- og talufrælsi eru eisini hornasteinar í fólkaræðinum, og uttan opið kjak um samfelagsviðurskifti kann fólkaræðið koma sær í vanda. Fólkaræði er ikki loysnin á øllum trupulleikum, men sigast kann, at fólkaræði í longdini hevur tryggjað meira frið, frælsi og framgongd enn t.d. einaræði!
Hvat, hví og hvussu eru spurningar, sum eru grundleggjandi, tá vit skulu hava greiðu á fyribrigdum. Beinta í Jákupstovu byrjar við eini sera nágreiniligari gjøgnumgongd av, hvussu fólkaræðið í forna Grikkalandi var skipað, og lýsir hugtakið um fólkaræðið líka frá fornøldini til nútíðina í bókini. Hon viðger m.a. fyrst fólkaræðisligu skipanina í fornøldini í Grikkalandi, sum er hornasteinurin og upprunin til fólkaræðið í Evropa. Síðani er ein gjøgnumgongd av ymiskum fólkaræðisligum fatanum gjøgnum søguna, og víst verður m.a. á, at rómverjar menna eina rættarskipan, sum fær stóra ávirkan. Veruligt fólkaræði var bert í tíðarbilum, har borgarafjøldin hevði politisk rættindi. Í síni heild var Rómverjaríkið eitt oligarki (fámannaveldi) heldur enn eitt fólkaræði, vísir Beinta á.
##med3##
Veruliga broytingin í fatanini av fólkaræðinum kom ikki fyrrenn í 13. øld, tá evropearar fóru at granska tekstirnar hjá Aristoteles, og serliga var tað Thomas Aquinas (1225-1274), sum bygdi víðari á vitanina úr forna Grikkalandi. Sera hegnisliga vísir Beinta á, at Thomas Aquinas “kristnaði” Aristoteles, t.e. at hann sameindi aristoteliska og kristna fatan. Thomas Aquinas verður ávirkaður av kvinnufatan Aristotelesar, sum var meira vanabundin enn fatanin hjá Platon, sum helt, at bæði kvinnur og menn kundu vera til gagns fyri samfelagið.
Í miðøldini í Evropa sótu serliga aðalin og kirkjan á valdinum. Beinta í Jákupsstovu vísir síðani á ástøðingar frá miðøldini, sum hava havt týdning fyri eftirtíðina, m.a. Niccoló Machiavelli (1469-1527) og Marsilius av Padua (1275/1280-1342), sum báðir búðu í býarlýðveldum, sum vóru sjálvstýrandi eindir í Italia. Marsilius av Padua vísti á, at politikkur er verðsligur, og at tað er ikki kirkjan ella kongur, sum skal gera lógirnar. Hesin trupulleikin millum verðsligt og átrúnaðarligt vald er eins nógv uppi í tíðini í dag, sum hann var tá, og ikki um at tala, tá hugsað verður um islamisku lóggávuna í ymsum arabiskum londum, eitt nú Saudi Arabia, Iran o.o.
##med2##
Fara vit longri fram, er tað serliga bretin Thomas Hobbes (1588-1679), sum vísti á, at samfelagið er samansett av einstaklingum. Hann vísti síðani á hugtakið um ein samfelagssáttmála, t.e. ein hugsaður sáttmáli millum borgaran og valdsharran, sum verður grundarlag fyri nýggjum hugsanum um, hvussu samfelagið kann skipast. Neyðugt var, at fólkið aktaði ein myndugleika, sum stýrdi teirra vegna. Hetta var størsta kollveltingin í hugsanini um politikk og stýrisskipan síðani fornøldina og kom at ávirka hugsanirnar bæði hjá Thomas Hobbes, John Locke og Jean-Jacques Rousseau.
Nýggju grundlógirnar, sum vórðu skrivaðar, t.d. a´merikanska grundlógin í 1776, norska grundlógin í 1814, danska grundlógin í 1849, sum eisini varð tinglýst í Føroyum í 1850, fingu íblástur frá franska baróninum Charles de Montesquieu (1689-1755), sum menti ástøðið um, at tað lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið skuldi vera skilt sundur og vera í javnvág og hava eftirlit hvørt við øðrum. Flestu fólkaræðisligu stýrisskipanir hava fingið íblástur frá ástøði Montesquieus um, at valdið ikki skuldi savnast hjá einum valdsharra (konginum), men vera tríbýtt.
Beinta viðger eisini utilitarismuna soleiðis, sum Jeremy Bentham (1748-1832) orðaði hana. Jeremy Bentham og James Mill vóru bretar og undangongumenn. Teir vildu bøta um korini hjá teimum veiku, og nyttuhugsjónin, um at flest til ber skuldu hava tað best møguligt, fekk týdning fyri eftirtíðina. Hvussu kann fólkaræðið vera við til at skapa best møguligar umstøður fyri flest gjørligt? Teir settu ítøkiligar broytingar í verk, m.a. fólkaskúlaskipan, valskipan og politiskan atkvøðurætt. Eisini sonur James Mill, John Stuart Mill (1806-1873), royndi at bøta um atgongdina og ávirkanina hjá teimum veiku í samfelagum.
Sera forvitnisligur er parturin um fólkaræðisligu fatanina hjá Karl Marx, tí vit vanliga seta hesar hugsanir hansara í samband við m.a. harðrendu kommunistisku skipanirnar í fyrrverandi Sovjetsamveldinum, í Eysturevropa og Kina undir kalda krígnum. Beinta í Jákupsstovu vísir á, at fatan hansara var hin beint øvuta. Hann metir, at sokallaða Parískommunan, sum varð sett á stovn í mars 1871 óheft av franska statsvaldinum, var eitt dømi um beinleiðis fólkaræði, har Comite Central við eini 90 mannanevnd framdi avgerðir hjá borgarunum í kommununi, m.a. at taka av barnaarbeiði, at sleppa fátækafólkum undan skuldarkrøvum og at veita øllum skúlagongd. Tíðin var ikki búgvin til hesa fólkaræðisligu roynd og varð bard niður. Minst 20.000 vórðu dripin. Men royndin hjá arbeiðarastættini í París at taka valdið gav íblástur til nýhugsan um, hvussu nútímans fólkaræði kundi skipast. Ein avbera góð og beinrakin lýsing hjá Beintu í Jákupsstovu.
Tá vit koma inn í 20. øld, koma nýggjar hugsanir fram um, hvussu fólkaræðið kundi skipast, og Beinta nevnir teir týdningarmestu ástøðingarnar: Max Weber, Joseph Schumpeter og Robert A. Dahl. Metingin hjá Weber var, at neyðugt er at finna ein javnvág millum serfrøði og fólkaræði, og tí er skilagott, at politiska leiðslan er fólkavald. Eisini vísir Weber á, at statsvaldið ella samfelagið má hava politikkarar, sum hava politikk sum kall og ikki bert sum livibreyð.
Beinleiðis fólkaræði var ikki longur ein møguleiki í nútíðarsamfelagnum, og Weber helt, at ein elita skuldi sita við valdinum í einum umboðandi fólkaræði, tí samfelagið var vorðið ov fløkt at stýra.
Joseph Schumpeter var búskaparfrøðingur, og ástøðið hansara um fólkaræði vísti á, at tað var kappingin um atkvøðurnar, sum hevði týdning í eini kappingarfólkaræðisligari skipan, har luttøka fólksins varð avmarkað til at seta kross við eitt valevni. Myndilin hjá Schumpeter stóð í andsøgn til fólkaræðið sum eina stýrisskipan, har fólkið hevur vald at seta politisku dagsskránna og at ávirka avgerðargongdina. Schumpeter helt, at vanlig fólk høvdu lítið innlit í, hvørji politisk mál vóru átrokandi og høvdu tørv á eini loysn.
##med3##
Luttakarafólkaræði og kappingarfólkaræði standa soleiðis á hvør sín hátt í andsøgn til hvørt annað at skipa eitt fólkaræðisligt samfelag. Fólkaræðisligu skipanirnar í Norðurlondum kunnu sigast at vera ein blandingur av hesum báðum fólkaræðisligum skipanum. Beinta í Jákupsstovu vísir eisini á hugtøkini positivt frælsi og negativt frælsi og setir tey í samband við hugtakið um fólkaræði. Beinta vísir á, at positivt frælsi er at skapa karmar, sum tryggja øllum góð kor, og myndugleikarnir kunnu taka sær óskert vald til at áseta, hvat er best fyri borgararnar. Negativt frælsi er, tá myndugleikarnar ikki leggja seg upp í privat viðurskifti. Í Norðurlondum hevur positivt frælsi havt við sær fólkaræðislig vælferðarsamfeløg, sum í ávísan mun hava minkað um munin millum rík og fátæk, og álitið á myndugleikarnar er størri enn í samfeløgum, sum hava lagt dent á at verja negativt frælsi. Beinta í Jápusstovu nevnir dømi um hetta.
Við royndunum frá kollektivum samfelagsskipanum í m.a. Týsklandi og Sovjetsamveldinum í 1930'unum skrivaði F.A. Hayek (1899-1992) bókina The Road to Serfdom í 2001 og mælti til, at hin einstaki skuldi hava víðgongt frælsi, og at samfelagsstýringin skuldi vera minst møgulig. Beinta vísir á, at hesar hugsanir ávirkaðu Margaret Thatcher og Ronald Reagan, sum hildu, at staturin hevði fingið ov nógv vald á borgarunum og skert teirra frælsi. Hetta fekk nýliberalismuna at taka seg fram, sum var grundað á uppruna búskaparligu liberalismuna hjá Adam Smith. Beinta umrøðir eisini ástøði hjá Adam Smith í bókini.
Amerikanski, fólkaræðisligi granskarin Robert A. Dahl helt, at tað vóru ávísar treytir, ið allir borgarar skuldu hava fyri at luttaka í fólkaræðinum á valum og fyri at verða vald. Eingin skuldi verða útihýstur frá at kunna luttaka o.s.fr. Í Føroyum hevur valluttøkan verið heilt upp í 90 %, tá val er til løgtingið. Luttøkutalið vísir, hvussu væl eitt fólkaræði virkar sambært Robert A. Dahl. Granskingin hjá Robert A. Dahl var um stór og fólkarík lond, men kann eisini nýtast í kanningum av fólkaræðum í smáum samfeløgum, vísir Beinta á.
Fólkaræðið er í kreppu. Álopið á amerikansku kongressina í USA 6. januar 2021 var eitt týðiligt tekin um, at umboðandi fólkaræðisliga skipanin er í vanda. Spurningur verður settur við, um fólkaræðisligar skipanir, sum vit kenna tær frá vesturheiminum – umboðandi liberalt fólkaræði, hava eina framtíð. Sosialir miðlar hava givið fólkaræðisligu skipanunum avbjóðingar, og spurningurin er, hvørjar orsøkir eru til, at stórt misálit er á fólkaræðisligu skipanirnar í vesturheiminum. Eru tað miðlarnir, sum undirgrava álitið á politisku skipanina? Ella er tað ein fyrimunur, at vit hava opið kjak á sosialu miðlunum, og styrkir hetta hinvegin um fólkaræðisliga kjakið? Eru tað sosialu og búskaparligu ójavnarnir millum stættir, sum hótta fólkaræðisligu skipanirnar í vesturheiminum ella hvussu?
Beinta í Jákupsstovu kemur víða um og lýsir gjølliga, hvussu fólkaræðið hevur ment seg frá fornøld til í dag. Bókin krevur ávísar fortreytir. Nógvu ástøðini krevja frágreiðingar við dømum. Kanska er saknur í einum kapitli, sum viðger miðlarnar í fólkaræðisligum høpi í nútímans samfelagnum. Hvussu fer “tilgjørt vit” (AI) at ávirka fólkaræðið í framtíðini? Hevur korona broytt fólkaræðisliga hugsunarhátt okkara og gjørt samfelagið meira autoritert? Hvussu bar tað til, at føroyska fólkaræðið megnaði at hóra undan djúpu politisku og búskaparligu kreppuni í 1992-1995? Nógvir eru spurningarnir. Lat tað vera sagt alt fyri eitt, at hetta er ein sera góð, nágreinilig og forvitnislig bók um stjórnmálahugtakið fólkaræði. Eisini hevur bókin tilsipingar til gongdina í føroyska fólkaræðinum frá egnari gransking og granskingarúrslitum frá øðrum, m.a. Hallberu West. Málið er lætt og ger, at øll kunnu hava gagn av bókini. Fólkaræði kemur ikki av sær sjálvum.
Fólkaræði - hvat, hví og hvussu – Beinta í Jákupsstovu – NÁM – 2023