Fólkatalið á Argjum fer at veksa 600-700 fólk

Nú verður gjørt klárt til at byggja ein nýggjan, stóran býling á Argjum

Tað er her, oman fyri tey ovastu húsini á Argjahamri, at nýggi býlingurin fer at verða. ©Umhvørvisstovan: kort.foroyakort.fo

 

 

Tórshavnar Býráð hevur nú einmælt samtykt at gera grundstykki til einar 150 – 180 nýggjar bústaðir á Argjum. Tann nýggi býlingurin verður uppi á Argjahamri og farið verður undir arbeiðið nú. Ætlanin er so at selja grundstykkini ímóti ársenda og tey verða seld, so hvørt tey eru klár at byggja á. 

 

Talan verður bæði um sethús, raðhús og íbúðir, men tað er ikki endaliga avgjørt, akkurát, hvussu nógv verður av hvørjum. Tað fer býráðið at taka støðu til beint eftir summarferiuna. Samstundis fegnast býráðslimir um, at arbeiðið at gera øll grundstykkini klár at byggja á, er einar 20 milliónir bíligari enn mett. Tað er MT-Højgaard, sum skal standa fyri arbeiðnum og tað skulu teir hava slakar 44,3 milliónir krónur fyri - og tað eru 14 minni enn næstlægsta tilboðið.

 

Harafturat koma útreiðslur til ráðgeving, projektering, og annað, umframt at lendið skal útvegast, so tilsamans verður talan um eina útstykking fyri góðar 79 milliónir.

 

Býráðslimir siga, at tá ið alt er bygt, fara tað at búgva eini 600-700 fólk fleiri á Argjum enn tað gera nú, men tey hava eisini lagt upp fyri, at pláss verður fyri handlum, barnagarði, og øðrum hentleikum, eins og ein nýggj viðarlund eisini er gróðursett á økinum. Tað verður eisini neyðugt at byggja skúlan út.

 

Tað er her, oman fyri tey ovastu húsini á Argjahamri, at nýggi býlingurin fer at verða. ©Umhvørvisstovan: kort.foroyakort.fo