Fólkatalið vaksið við 323 fólkum seinasta árið

Nú búgva sløk 54.700 fólk í Føroyum

(Mynd: Hagstova Føroya)

Fólkatalið í Føroyum vaks við 323 persónum seinasta árið, og 1. juni búðu 54.687 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,6%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 0,9%.

 

Tað vísir uppgerð hjá Hagstovu Føroya.

 

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári, men vøksturin gerst minni og minni fyri hvørjar tólv mánaðar, sum ganga.

 

Seinasta árið vaks fólkatalið við 0,6 prosentum, og tað er væl minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá tað vaks við 0,9 prosentum.

 

Størsta broytingin var í nettoflytingini, sum minkaði nógv, serliga millum teirra uttan bústaðartilknýti.

 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

 

(Mynd: Hagstova Føroya)