Fólkatingið fer 24. februar at hava guðstænastu í Holmens Kirke í Keypmannahavn fyri at vísa stuðul til Ukraina.
Tað skrivar Fólkatingið á heimasíðuni.
Tá eru fýra ár liðin síðani Russland herjaði grannalandið Ukraina við fullari megi.
Tað er formansskapurin í Fólkatinginum, sum bjóðar til gudstænastuna.
– Fýra ár eftir innrásina er tað framvegis týdningarmikið, at vit standa saman og markera dagin, sigur fólkatingsformaðurin, Søren Gade, í tíðindaskrivinum.
– Stríðið minnir okkum á, at frælsi og fólkaræði ikki koma av sær sjálvum, og tað er týdningarmiklari enn nakrantíð at stuðla rættinum hjá borgarunum at velja sína egnu framtíð. Tí er umráðandi, at vit framhaldandi vísa okkara stuðul til Ukraina og til fólkið, sum stríðist fyri tí rættinum hvønn dag, sigur hann.
Fríðrikur kongur og Mary drotning verða við til gudstænastuna. Eisini luttekur sendiharrin hjá Ukraina í Danmark, Andrij Janevskyij.
Peter Skov-Jakobsen biskupur prædikar. Søren Gade, Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharrin, og ukrainski sendiharrin halda røður.
Síðani innrásina hevur Danmark stuðlað Ukraina við vápnum, útgerð og hernaðarligari venjing fyri umleið 80 milliardir krónur.
Hvørki Russland ella Ukraina vísa í tølum, hvussu nógvar hermenn londini missa í krígnum í Ukraina.
Síðst í januar gav altjóða miðstøðin fyri strategiskar kanningar í USA (CSIS) út eina meting av tapinum frá báðum pørtum.
Síðani innrásina hevur Russland mist 1,2 milliónir hermenn. Talan er um bæði dripnar og særdar. Sambært metingini eru 325.000 dripnir.
Tapið hjá Ukraina verður mett at vera millum 500.000 og 600.000 dripin ella særd. Millum 100.000 og 140.000 av teimum verða mettir at vera dripnir.
Umframt sivilu fólkaskaðarnar.
Gudstænastan verður frá kl. 16 til 17.
/Ritzau/










