Fólkatingið varðveitir F-16-flogfør vegna kríggið í Ukraina

Politiskur meirilutin útsetir ætlaðu afturtøkuna av F-16 flogførunum vegna kríggið í Ukraina. Tað kostar eina milliard krónur

 

Tey 40 ára gomlu F-16-stríðsflogførini skulu sambært nýggjari avtalu flúgva til 2027. - Mynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix

Afturtøkan og sølan av donsku F-16 stríðsflogførunum verður útsett sum úrslit av krígnum í Ukraina. Sambært tíðindaskrivi frá danska verjumálaráðnum verður tað »ov váðið trygdarpolitiskt« at selja flogførini nú. Víst verður til kríggið, sum byrjaði, tá Russiski forsetin, Vladimir Putin. 24. februar sendi russiskar hermenn inn í grannalandið.

– Ágangurin hjá Putin ímóti Ukraina hevur broytt Evropa og tær hóttanir, sum vit standa fyri. Danmark tekur stóra ábyrgd fyri friði og trygd í stríðnum ímóti hóttanunum hjá Putin, sigur Morten Bødskov, verjumálaráðharri, í tíðindaskrivinum.

Verjustjórin Flemming Lentfer hevur mælt til at varðveita flogførini til seinast í 2027. Tað tilmæli hevur stjórnin og ein meiriluti í Fólkatinginum tikið til eftirtektar.

Tað fer at kosta 1,1 milliard krónur eyka hetta tíðarskeiðið. Tað fer til útreiðslur til brennievni, innkeyp av eykalutum og til starvsfólk.

Tey fyrstu F-16-flogførini komu til Danmarkar í 1980, og í fleiri ár hevur verið tosað um, at tey eru gomul og slitin.

Í august 2015 mælti táverandi verjustjórin, Peter Bartram, til, at flogførini vórðu tikin heim frá bumbuferðum móti hernaðarligu rørsluni Islamskur Statur í Irak. Grundgevingin var, at tey fóru »niðurslitin«.

Leingjanin merkir, at Danmark kann taka lut í tilbúgvingini og tiltøkum hjá verjusamgonguni Nato. Tað kann eitt nú vera at hava eftirlit við loftrúminum yvir Baltikum. Har hava tey verið fleiri ferðir áður.

Við avtaluni stykir Danmark tjóðskaparliga avsíngartilbúgvingina. Tað skal síggjast við atliti til, at Russland av á brýtur reglarnar og kemur inn í loftrúmi. So seint sum fríggjadagin sigldi eitt lættvápnað russiskt krígsskip inn í danskt farvatn tvær ferðir.

– Verjan av økinum hjá Nato ímóti eystir er meira viðkomandi enn nakrantíð í nýggjar tíð. Tí leingja vit operativa kapasitetin hjá F-16, meðan tey nýggju F-35 flogførini verða sett í flúgving, sigur Morten Bødskov.

Spakuliga afturtøkan av F-16 ávirkar ikki, hvussu tey nýggju flogførini verða tikin í nýtslu. Tað er tey amerikonsku flogførini, sum Danmark keypir í staðin fyri tey gomlu.

Tey fyrstu F-35 flogførini væntast at lenda í Danmark í 2023. Tey fara at hava støð á Flyvestation Skrydstrup.

/ritzau/

 

 

 

Tey 40 ára gomlu F-16-stríðsflogførini skulu sambært nýggjari avtalu flúgva til 2027. - Mynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix