Fólkatingslimir fagna samkyndum við brosju

Dagurin í dag, 17. mai, er altjóða dagur ímóti homofobi.

Barbara Gaardlykke Apol, varafólkatingskvinna fyri Javnaðarflokkin, og Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, við brosjuni fyri at vísa sín stuðul til LGBTI+ persónar kring allan heimin

Allir fólkatingslimir hava fingið áheitan um at bera hesa brosjuna fyri at vísa sín stuðul til LGBTI+ persónar kring allan heimin.

Tað skrivar Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum hevur lagt mynd av sær og Barbaru Gaardlykke Apol, varafólkatingskvinnu fyri Javnaðarflokkin, á Facebook.

– Á myndini hava eg og Barbara Gaardlykke Apol latið okkum í brosjuna fyri at stuðla hesum góða endamáli, skrivar Edmund Joensen.

Edmund Joensen skrivar eisini, at í ár er Keypmannahavn vertur fyri Worldpride, og í tí sambandi skipar Fólkatingið fyri stórari ráðstevnu í august um LGBTI+ rættindi, har fólkavald og umboðsfólk frá øllum heiminum fara at kjakast um og eggja til orðaskifti um líkarættindi hjá LGBTI+ persónum.