Fólkatingslimur møsnaði um springaradráp

Hvalaserfrøðingur avsannar uppháhaldið hjá Christian Juhl

Tá føroyingar drupu 1.423 springarar hin 12. september, doyði 1 prosent av øllum springarastovninum. Hetta pástóð danski fólkatingslimurin fyri Eindarlistan, Christian Juhl, á fólkatingsins røðarapalli, tá Fólkatingið læt upp í síðstu viku. 

 

– Av tí sama er hetta eisini eitt ógvusligt inntriv, má man siga, segði Christian Juhl týsdagin og sipaði til veðurlagið.

 

Men hetta er ikki rætt. Danski miðilin BT kallar hetta uppáhaldið fyri "nakað vrøvl". Og tað er tað eisini, sambært hvalagranskaranum Carl Christian Kinze, sum BT hevur spurt.

 

– Eg veit ikki, hvar hann hevur hasi tølini frá, men hatta passar ikki, sigur Carl Christian Kinze við BT. Víðari greiðir hann frá, at tað er óvist, hvussu stórur samlaði springarastovnurin er, og at ymsu springarasløgini hvør í sínum lagi kunnu fevna millum nøkur hundraðtúsund og milliónir.

 

Um drápið av teimum 1.400 springarunum á Skálafirðinum samsvaraði við 1 prosent av stovninum, so hevði tað bara verið 140.000 springarar í heiminum.

 

– Tað talið er nógvar ferðnar størri, sigur granskarin við BT og leggur aftrat, at um talan bara hevði verið um føroyska slagið av springarum, so hóttir hetta drápið heldur ikki stovnin, tí har mest sannlíkt eru fleiri hundrað túsund av teimum.

 

Christian Juhl viðurkennir fyri BT, at hann tók feil.

 

– Tað harmar eg, at eg havi tikið hatta talið fram, sum ikki er rætt. Tað er gott at hoyra, at støðan ikki er so álvarsom, sum mær varð blivið fortalt, sigur hann og leggur aftrat, at hann kortini enn er ímóti springaradrápi.