Fólkatingsvalið...

...

Um góða viku verður fólkatingsval, og fyri okkum er hetta val týdningarmikið.

Vit hava nógv arbeiði at gera har, og fáa vit røttu fólkini, kunnu vit gera nógv har. Vit skulu ikki blanda okkum í danskan innanríkispolitikk, men røkja áhugamál føroyinga.

Hetta fólkatingsvalið er serstakt fyri okkum føroyingar. Ein orsøkin er, at hetta helst er seinasta fólkatingsvalið við verandi ríkisrættarligu støðuni. Hin orsøkin eru tey serstøku viðurskiftini, sum eru millum Føroyar og Danmark júst í hesum døgum.

Kanna vit søguna hjá Fólkatinginum, er tað ikki óvanligt, at fólkatingið ikki situr alt valskeið út, men seinnu árini tykist broyting vera komin í hesa gongd. Taka vit seinastu 10 árini, so var fólkatingsval í september 1987, í mai 1988 og í desember 1990, meðan tað so gingu næstan 4 ár til valið í september 1994, og nú eru aftur næstan 4 ár til valið mikudagin í næstu viku.

Henda gongdin við politiskum stabiliteti hevur eyðkent Danmark seinastu 5-6 árini, og eingin tekin eru um, at hetta fer at broytast í nærmastu framtíð. Tað vil so merkja, at soleiðis sum alt sær út í dag, so verður næsta fólkatingsval ikki fyrr enn í ár 2002.

Nógv verður her hjá okkum tosað um at broyta ríkisrættarligu støðuna, og hóast politisku flokkarnir við ymsum grundgevingum tykjast at smoykja sær undan, tá til stykkis kemur, so er so nógv órógv í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, at broytingar koma, um tað so verða danir ella føroyingar, sum taka fyrsta stigið. Her kunnu fólkatingsumboðini fáa týdning.

Viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru alt annað enn góð. Kanningin av partabrævabýtinum og tað, sum í hesum sambandi er komið fram um leiklutin hjá donsku stjórnini, vísa, at her er nógv at gera. Fyrst at tryggja, at vit fáa tað, vit hava rætt til, síðani eisini fyri at fáa bøtt um viðurskiftini.

Samband millum politisku myndugleikarnar í Føroyum og í Danmark eiga at fara fram millum landsstýrið og donsku stjórnina, men fólkatingsumboð føroyinga hava, um tey duga, ein týdningarmiklan leiklut at virka sum lobbyistar fyri løgtingsins og landsstýrisins áhugamálum. Hetta kunnu tey gera við at nýta fólkatingsins røðarapall, við at tosa við danskar politikarar uttan fyri fundirnar, við at tosa við fjølmiðlar og við at kunna vanliga danan og greiða frá støðu okkara.

Fólkatingsumboðið skulu virka fyri, at áhugamál føroyinga fáa lættari við at verða framd. Vit føroyingar kunnu ikki vera hesi umboð okkara fyri uttan nú.

Mín áheitan er tí á allar føroyingar: Farið á val 11. mars og veljið umboð á fólkating, sum í hesi truplu tíð kunnu virka fyri áhugamálum føroyinga.


Marita Petersen