Fólkavilin er at varðveita fríøkið við Sandá! 

Arktekturur kann framvegis flytast - náttúran kann framvgis ikki 

Møtti einum argjamanni týsmorgunin. Ættaður frá niðursetumanninum. Kirkjumaður um ein háls. 

 

“Tú, Jóhann, eg skal siga tær eitt. Eingin er fyri at byggja kirkju við Sandá uttan kirkjuráðið. Eg havi ikki møtt einum”. 

 

Og so legði hann afturat: “Eg taki fult undir við orðunum: “Arkitektur kann flytast - náttúran kann ikki”. 

 

“Fólkavljin er at varðveita fríøkið við Sandá. Tað sóu vit á øllum undirskriftunum”, legði argjamaðurin afturat. 

 

Málið at staðseta eina nýggja kirkju á Argjum er á skrá fyri býráðsfund klokkan fýra seinrapartin í dag. 

 

Tá fáa vit í at vita, um býráðið lurtar eftir fólkaviljanum.  

 

Tá fáa vit staðfest, um býráðið leggur sektin á náttúru- og umhvørvispolitikkin hjá komununi. 

 

Tá fáa vit somuleiðis eina hóming av, um býráðið eisini leggur sektin á heimsmálini hjá ST fyri burðardyggari menning. Tey eru annars partur av umhvørvispolitikkinum hjá høvuðsstaðarkommununi. 

 

Undanfarni býráðsmeiriluti legði í oyði fjøruna eystan fyri Sundsá.  

 

Líknandi óbótagerðir ger eitt býráð bara einaferð. 

 

Minist til: “Náttúruna hava vit bara til láns frá okkara eftirkomarum” 

 

Í Soylugørðum 27. Januar 2022 

 

Jóhann Mortensen