- Tann 1. desember í fjør var fólkatalið 49.138. Tað er sostatt vaksið við 548 fólkum síðani 1. desember fyrra árið.
Tað upplýsir Hagstova Føroya á síni heimasíðu í dag.
Vøksturin í fólkatalinum stavar serliga frá nettotilflytingini, tí burðaravlopið er, sambært Hagstovu Føroya, fallandi.
Frá 1. desember 2014 til 1. desember 2015 var burðaravlopið 230, ið er munurin millum fødd og deyð, meðan nettotilflytingin var 318, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting.

Fólkavøksturin heldur fram





