Fólkið í Hesti vil eisini hava undirsjóvartunnil


Hestur skal bindast í undirsjóvartunnilin sum skal gerast ímillum Streymoy og Sandoynna.

 

Tað halda tey trý umboðini úr Hesti, sum manna hest-koltursnevndina hjá Tórshavnar Býráðið, saman við Heðini Mortensen, borgarstjóra, og Sjúrði Olsen, býráðslimi

 

Tey trý, Súsanna Lenvig, Petur Lyngvej og Sanna Silvurstein, hava nú skrivað til Tórshavnar Býráð, har tey staðiliga heita á Tórshavnar kommuna um at áleggja myndugleikunum at binda Hest í tunnilin.

 

Verður Hestur ikki bundin í tunnilin, er ringt at koma aftur umaftur, og hartil dýrari, siga tey trý.

 

- Tunnilin, sum skal koma upp í Hesti, verður einar tveir kilometrar langur.

 

Tey siga, at tað eru fleiri fyrimunir at binda Hest í tunnilin.

 

- Skuldi óhapp hent, eru rýmingarleiðirnar styttri, men tað eru eisini betri møguleikar fyri ventilatión,  pumpuleiðingarnar verða nógv styttri og tað ger tunnilin bíligari at reka.

 

Tey halda eisini, at verður tunnilin lagdur upp í Hest, kann hugsast at tað verður munandi skjótari og bíligari at gera hann, av tí  at arbeiðast kann frá fleiri støðum í samtíðis.

 

Tey halda eisini, at verður roknað 30 ár fram, er tunnilin helst bíligari enn at hava strandfaraskip siglandi.

 

Verður Gásadalstunnilin tikin sum dømi, fer tunnilin út í Hest at kosta einar

56 milliónir Krónur.

 

Hinvegin halda tey, at verður tunnilin ikki lagdur upp í Hest, er tað ikki minni enn ein vanlagna fyri oynna og Føroyar í síni heild.

 

- Tað er óhugsandi at politiskur vilji at hava manntómar útoyggjar, halda tey.

 

- Við einum undirsjóvartunli er ein hópur av fyrimunum. Ungfólk høvdu líka so væl kunna búð her og virka her sum aðrastaðni. Her kundi verið ein hópur av vinnumøguleikum.

 

- Eldri fólk høvdu kunna búð sum longst í egnum heimi. Familjur kundu sett búgv her úti og tó verið ein partur av miðstaðarøkinum, tá hugsa verður um skúlar og útbúgvingar, siga teir tríggir nevndarlimirnir.