Tað stóð á gomlum nøglum, tá landsstýrismaðurin í almannamálum við 3. viðgerð í Løgtinginum mánadagin í síðstu viku tók málið um at hækka pensjónsaldurin aftur.
Búskaparráðið og Landsbankin hava í fleiri ár mælt til, at pensjónsadlurin skal hækka upp í 70 ár fyri at bøta um fíggjarliga haldføri í búskapinum. Tey siga, at verður tað gjørt, so hava politikararnir loyst helvtina av haldførisavbjóðingini.
Men fólkið er als ikki samt við hvørk Búskaparráðnum, Landsbankanum ella landsstýrinum.
Tað vísir kanning, sum spyrj.fo hevur gjørt, sambært Kringvarpinum.
1.087 fólk eru spurd í kanningini.
Færri enn 100 teirra, altso færri enn 10 prosent halda, at pensjónsaldurin skal hækka.
270 fólk halda, at pensjónsaldurin skal vera 67 ár.
208 fólk halda, at pensjónsaldurin skal vera 65 ár.
Í miðal halda tey spurdu, at pensjónsaldur sksl vera 65,8 ár, vísir kanningin, sum eisini gevur greiðar ábendingar um, at politikararnir als ikki hava fólkið við sær í ætlanini um at hækka pensjónsaldurin.
Málið verður nú viðgjørt umaftur í Almannamálaráðnum. Fyri at tað skal koma ígjøgnum Løgtingið, so má tað leggjast fram av nýggjum og skal ígjøgnum allar tríggjar viðgerðirnar í Løgtinginum.
Umframt tað skulu nógvir partar hoyrast, og politikararnir hava fingið greitt at vita frá fakfeløgunum, at tey ikki taka undir við málinum. Eisini eru røddir í fakfelagsumhvørvinum, sum tosa um at stovna ein nýggja flokk á vinstraveinginum í føroyskum politikki.
Andstøðan hevur boðað frá, at tey hjálpa ikki landsstýrinum við hesum.
Tí er okkurt sum bendir á, at hetta uppskotið hjá landsstýrinum verður ein tungur burður at fáa ígjøgnum í Løgtinginum.