Fólksliga brakið í Vestmanna

Bátastevnan í Vestmanna er nakað serligt - ja, vit kunnu av røttum siga, at hon er ársins bátastevna.

Bátastevnan í Vestmanna er nakað serligt - ja, vit kunnu av røttum siga, at hon er ársins bátastevna. Hetta er eitt stórt fólksligt tiltak, ið savnar nógvar bátar og bátafólk, nógvar kampingvognar, har lív er í hvørjum króki - og ein hóp av fólki, ið leita sær til bygdar at hugna sær.

 

Í Vestmanna leggja tey stóran dent á at vera í góðari tíð, soleiðis at bæði bátafólk og fólk, sum koma við kampingvogni, kunnu koma til bygdar í góðari tíð, áðrenn sjálv bátastevnan byrjar.

 

Felagssiglingin av Fútakletti og inn á Vestmanna verður leygardagin 16. mai klokkan 14.30, og aftur í ár verður tað gamli postbáturin - Ólavur - sum fer at sigla í oddinum.

 

Tá bátarnir eru komnir til bryggju umleið klokkan 15.30, verður ókeypis suppa og okkurt gott afturvið í stóra tjaldinum. Her eru øll hjartaliga vælkomin.

 

Eins og undanfarin ár, verða eisini nógv ymisk tiltøk á bátastevnuni í ár, og úr rúgvuni kunnu nevnast, at í kvøld - kristi himmalferðardag - verður contrykonsert við eitt nú Halli Joensen, Kristinu Bærendsen, Halleluja Sofusi og Magna Christiansen.

 

Fríggjadagin 15. mai - tað er í morgin - verður nýggj framførsla við Ævintýraferðini, og um kvøldið hevur Elis Poulsen beinleiðis ”Upp á tá” sending í Útvarpinum, har Elis fær vitjan av limum úr norska dansibandbólkinum Holmsve.

 

Tann stóri dagurin á bátastevnuni er leygardagurin 16. mai, og tá verður eisini vælumtókta kappróðrartiltakið Ódnartak, tá kappróðrarbátar fara at kappast á heilt stuttum róðrarteini.

 

Um kvøldið fara Shamrock at undirhalda í stóra tjaldinum við írskum fólkatónleiki. Seinni leygarkvøldið verður stórdansur, sum byrjar 23.30. Tá fara vælumtókti dansibólkurin, Hans Jacob Hjelm & vinmenn og norski dansibandbólkurin - Holmsve - at syngja og spæla.

 

Í lítla tjaldinum fara Signar í Homrum & Co eisini at spæla frá klokkan 23.30, og bæði dansitiltøkini í Vestmanna enda sunnunáttina klokkan 04.