Follo var fyri stórtapi

Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Follo taptu við 13 málum

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Follo ferðaðust í dag til býin, har Mikkjal Thomassen, Brandur H. Olsen og Jóannes Bjartalíð halda til, nevnliga Fredrikstad.

 

Follo var fyri stórtapi móti Fredrikstad, ið vann dystin í bestu norsku hondbóltsdeildini við 13 málum. 

 

Úrslitið var ein 33-20 sigur til Fredrikstad. Í fyrra hálvleiki var Follo væl betri við, og í steðginum var Fredrikstad bert á odda 19-16. Í seinna hálvleiki megnaði Follo tó bert at skjóta fýra mál.

 

Follo er næstaftast í deildini við átta stigum. Aftast er Aker við seks stigum. Niðasta liðið flytur beinleiðis niður í næstbestu deildina, meðan liðini sum enda næst- og triðaftast skulu spæla Play Off dystir um at sleppa undan niðurflyting. Málið hjá Anniku og liðfeløgunum seinastu seks dystirnar verður at sleppa undan at enda á aftasta plássinum.

 

Annika bjargaði í dag trimum av 19 málroyndum, meðan kappingarneytin, June Cecilie Krogh bjargaði trimum av 18 málroyndum.

 

Mikukvøldið 6. mars spælir Follo dyst á útivølli móti Byåsen.

 

Annika fer nú saman við liðfeløgunum á landsliðnum at hugsavna seg um EM-undankappingardystirnar móti Luksemborg á útivølli 28. februar, og á heimavølli 3. mars.