Folsýra forðar bróstkrabba

Kvinnur, sum eta nógva folsýru, millum annað er í frukt, grønmeti og fullkorn, eru í minni vanda fyri at fáa bróstkrabba.

Ein nýggj svensk kanning staðfestir nú, at kvinnur ið eta nógva folsýru, sum er í B-vitamin, eru í minni vanda fyri at fáa bróstkrabba.

Kanningin stendur at lesa í American Journal of Clinical Nutrition. Granskarar hava fylt 12.000 kvinnum í Malmø ígjøgnum 10 ár, harav 392 teirra fingu bróstkrabba í tíðarskeiðinum, sigur DR.

Sambært kanningini ótu 2280 av kvinnunum nógva folsýru, og vóru tær í 44 prosent minni vanda fyri at fáa bróstkrabba.

Eitt annað, sum kanningin staðfesti var, at bert ein fimtingur av øllum kvinnunum eta nóg nógvan mat við folsýru, sum eitt nú er at finna í bønum, grønum vøkstri og í fullkornsbreyði.

Smáar nøgdir gera mun

Ulrika Ericson, kanningarleiðari, vísir á, at tað ikki er neyðugt at eta nógva folsýru, fyri at tað skal muna.

- Tað er nóg mikið at leggja kostvanarnar um til meira frukt og grønt. Um tað ikki ber til, mælir hon til kostískoyti.

Í USA, Onglandi og Canada verður mjølið ríkað við folsýru. Svensku myndugleikarnir umhugsa eisini at ríkað mjølið við folsýru, og har verður longu nú mælt til at kvinnur í barnførum aldri eta eyka folsýru ella mat við B-vitamin.