Í gjáramorgunin varð ein maður varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at hava hótt ein annan eftir lívinum. Løgreglan sigur, at talan var um hóttanir við orðum, ikki við vápni av nøkrum slagi, men tað varð kortini tikið í so stórum álvara, at maðurin varð handtikin, og í gjáramorgunin varð hann førdur fyri rættin til eina grundlógaravhoyring.
Og dómarin varð samdur í, at maðurin skuldi varðhaldsfongslast og nú hann so settur fastur til 5. apríl. Hesa tíðina skal løgreglan so brúka til at útgreina málið, og so verður maðurin aftur førdur fyri rættin til endaliga avgreiðslu.
Men løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligt, tó so hava onkrir bilførarar fingið bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt