Fongslið hjá Egon Olsen er selt

Gamla Vridsløseslille Fængsel í Albertslund, sum er kent frá Olsen Banden filmunum, er nú selt

Fongslið hevur ikki verið í nýtslu sum fongsul í fýra ár, og nú hevur danski staturin selt ognina, ið er heili 160.000 fermetrar, til ein pensionsgrunnn, ið nevnist PKA.

Æltanin við grundini er at byggja ein heilt nýggjan býarpart við íbúðum og øðrum.

Nýggju eigararnir ætla tó framvegis at varveita ein part av gamla fongslinum, millum annað eyðkenda portrið, sum man plagdi at síggja Egon Olsen gang út gjøgnum í kendu Olsen Banden filmunum.