Ein dómstólur í London hevur dømt ta 50 ára gomlu Julia Saker fongsul í eitt ár, tí hon hevði bundið sína 19 ára gomlu dóttur, so hon skuldi ikki sleppa út at keypa sær rúsevni.
Tað var í oktober í fjør, at Julia Saker fekk at vita, at dótturin, Tabitha, brúkti rúsevni. Tá hon fekk illgruna um, at dótturin ætlaði sær í býin at keypa rúsevni, bundu hon og fyrrverandi drongurin hjá dótturini Tabithu á hendur og føtur við klistribandi, so hon ikki skuldi sleppa út.
Men tað eydnaðist gentuni at ringja til alarmsentralin, og mamman og drongurin vórðu tikin. Rætturin hevur nú gjørt av, at mamman skal sita 12 mánaðir í fongsli, og hjálparmaður hennara fekk 18 mánaðir handan rimarnar.