Fongsul fyri forsetafornermilsi

Ein palestinskur tíðindamaður er dømdur eitt árs fongsulsrevsing, eftir at hann í rættinum varð funnin sekur í at hava fornermað palestinska forsetan, Mahmoud Abbas.

Misbrotið hjá tíðindamanninum, Mamdouh Hamamreh, er ikki stórt í okkara eygum, sum liva í vesturheiminum, tí tað einasta hann gjørdi, var at vísa á, at Abbas og ein sjónleikari, sum spældi njósnari í eini sjónvarpsrøð, líktust.

Ein dómstólur í Betlehem helt hetta vera so grovt og ósømiligt, at Hamamreh bleiv ákærdur og dømdur fyri at skaða hansara hátign forsetan, við at spreiða lygnir, ærumeiða og baktala hann.

Í februar var ein 26 ára gamal palestini við ein dómstól í Nablus eisini dømdur eitt árs fongsulsrevsing, tí hann hevði spælt sær við eini mynd, so Abbas sá út sum ein Real Madrid-spælari.