Fonn Flog keypt ferðaskrivstovu

- Tað ræður um at vera framsíggin, og Eysturoyggin er avgjørt eitt spennandi øki fyri okkum, sigur Leivur Fonn, sum í gjár keypti ferðaskrivstovuna Novena Tours í Saltangará


Nú nýtast eysturoyingar ikki longur at ferðast til Klaksvíkar fyri at støkka inn á gólvið hjá Fonn Flog at keypa sær ein ferðaseðil. Í gjár skrivaði Leivur Fonn, stjóri á Fonn Flog í Klaksvík, undir seinastu pappírini, og harvið skifti ferðaskrivstovan Novena Tours í Saltangara eigara og eitur nú Fonn Flog.
Áhugavert øki
Hóast Leivur Fonn ikki hevur havt ítøkiligar ætlanir um at víðka um sítt virksemi beint nú, dylur hann ikki yvir, at júst hetta tilboðið var ov gott at siga nei til. Leivur ásannar, at kappingin millum ferðaskrivstovur er hørð, so tað ræður um at vera framsíggin. Vinnulívið um Runavíkarleiðina er við at verða eitt av teimum virknastu í landinum, oljuútgerðarhavnin má væntast at fara at spæla ein alsamt størri leiklut fyri økið, og nýggja sambandið undir Leirvíksfjørð fer uttan iva at skunda undir virksemið í økinum sum heild, væntar Leivur Fonn
- Skalt tú reka eina ferðaskrivstovu, er tað undir øllum umstøðum altíð ein fyrimunur at vera á staðnum, har kundarnir hava tørv á tænastuni. Og tað er ikki ov nógv sagt, at vit hava gjørt persónliga kundatænasta til ein part av okkara vørumerki. Okkara royndir her norðuri frá hava í øllum førum sannført okkum um, at kundarnir eru sera fegnir um møguleikan at støkka inn á gólvið og fáa eitt prát við okkara starvsfólk, tá ferðin skal leggjast til rættis.
Góðar vónir
Hóast flestu ferðaskrivstovur nú bjóða bílegging av ferðaseðlum fram umvegis internetið, væntar Leivur Fonn ikki, at hetta tilboð verður nøkur verulig hóttan móti persónligu tænastuni, fólk fáa við at støkka inn á gólvið. Hann minnir á, at tað framvegis eru nógv, ið ikki eru serliga von við at brúka hesar tænastur á internetinum, og at tað hóast alt ikki er alt, hendan tænastan kann brúkast til.
- Sum ferðaskrivstova hava vit jú drúgvar royndir í at skipa ferðir soleiðis, at tær júst hóska tørvinum hjá tí einstaka. Og eg havi avgjørt fatan av, at fólk seta prís uppá, at vit orðna hetta fyri tey, so tey ikki nýtast at vera í iva um, um alt nú passar saman, sum tað skal, sigur Leivur.
Hóast Novena Tours bert hevði eitt ár á baki, nú fyrrverandi eigarin valdi at selja skrivstovuna, hevur Leivur Fonn góðar vónir um, at nýggja deildin hjá Fonn Flog fer at bera seg. Fyri bert hálvum ári síðani flutti Fonn Flog í nýgg og munandi størri høli í Klaksvík, millum annað tí kundaskarin var so nógv øktur.
- Jú, vit trúgva uppá okkum sjálvi, og at kundarnir eru nøgdir við dygdina á okkara tænastu, sigur Leivur og dylur ikki yvir, at tey mongu herðaklappini, starvsfólkini á Fonn Flog fáa dagliga, gera tað sera hugaligt at fara undir nýggjar avbjóðingar.