Løgreglan í Saudiarabia vil vera við, at hon hevur forðað yvirgangsmonnum, sum ætlaðu at søkja at einum ravmagnsverki uttan fyri høvuðsstaðin Riyadh. Tað sigur sjónvarpið Al-Arabiya.
Ein saudiarabiskur embætismaður upplýsti fyri fronsku tíðindastovuni AFP í gjár, at løgreglan var komin fram á eina bumbu í einum handli nærhendis ravmagnsverkinum. Løgreglan fekk øll út úr handlinum beinanvegin, og síðani tóku serfrøðingar sær av bumbuni.
Eygnavitni hava greitt frá, at bumban í handlinum var ikki tann sama, sum var ætlað ravmagnsverkinum, men saudiarabisku myndugleikarnir vilja ikki siga, um tað var tann sama bumban, ella um talan var um tvær bumbur.