Fór avstað við pengakassanum – men slapp ikki langt

Tríggjar ferðir hevur løgreglan verið eftir rúsaðum monnum

Tríggjar ferðir í gjár, og í nátt, var løgreglan eftir fólki, sum vórðu rúsað. Fyrstu ferð var tá ið ringt varð til løgregluna at boða frá, at ein maður av so ólátaður í móttøkuni hjá eini fyritøku í Havn, at tey høvdu ampað av honum. Tá ið løgreglan koma á staðið, var hann so drukkin, at hann kláraði seg ikki sjálvur, og tí varð hann tikin á løgreglustøðina at sova rúsin av sær. Tá hann so fór av løgreglustøðini aftur, verður tað við eini bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.

 

Løgreglan fekk eisini boð um at koma eftir einum viðhaldsmanni hjá skotska landsliðnum, sum er komið higar at spæla landsdyst í kvøld. Hann var dottin og var illa fyri. Løgreglan sigur, at hann hevði fingið nøkur prus í andlitið, men tað hevði einki upp á seg, men hann var drukkin, so hann varð koyrdur hagar hann gisti.

 

Og í nátt var boðað frá innbroti í eini fyritøku í Havn. Ein maður hevði brotið eina stóran rút og eina hurð, og var farin avstað við pengakassanum. Men hann kom ikki langt, tí løgreglan fekk fatur á honum beint uttan fyri. Tá ið hann varð kannaður, fann løgreglan eisini nakað av rúsevnum uppi á honum. Tað bar ikki til at avhoyra hann tá, so hann varð tikin við á støðina at sova rúsin av sær, áðrenn hann verður avhoyrdur. Hann verður skuldsettur fyri herverk, innbrot, stuldur og fyri at bróta lógina um rúsevni.

 

Í nátt varð eisini boðað frá eldi á Hjalla, men tað vísti seg at vera frá skorsteininum á biogassverkinum.  Har kann tað síggja nakað ógvusligt út viðhvørt, men tað hevur einki upp á seg, sigur løgreglan.