Nógv fólk hava verið í býnum, hóast korona er blussað upp aftur. Einki harðskapsmál hevur verið, men tó so komu nøkur fólk í illstøður. Tað loysti politiið skjótt við at beina fólk í hvør sína ætt, fortelur vakthavandi.
Politiið mátti eisini tvær ferðir út í grannaløg at biðja fólk dempa tónleikin og lata vindeyguni aftur, tí grannarnir fingu ikki frið fyri larmi.
Norðan fyri var rok í einari íbúð, har ein útlendingur fór at leika í. Hann bleiv so tikin á politistøðina at gista og sova rúsin av sær. Viðkomandi er komin til Føroya fyri at arbeiða, og nú eru øll tingini pakkað, soleiðis at hann sum skjótast sleppur av landinum aftur.
Í gjárkvøldið bleiv tørvur á einari tyrlu, tí ein persónur var dottin og hevði sligið høvdið í á útoyggj. Tá tað ikki er landfast, er neyðugt at brúka tyrlu, um tað hevur skund, og tað bleiv so gjørt í gjár, fortelur vakthavandi.