Føroyski yrkisgeymarin, Jóhan Sundstein, blívur við at yvirraska. Nú er hann komin á ein serligan lista hjá viðurkenda amerikanska vinnublaðnum, Forbes.
Listin kallast “Forbes: 30 under 30” og kemur út á hvørjum ári. Hesin listi er ein áminning um ungar slóðbrótarar, ið broyta heimin innan fyri ymsar vinnugreinar. Jóhan Sundstein er við í kategoriini "spøl".
Soleiðis skrivar Forbes um hann:
- Hann var ikki bara við til at stovna e-sportsliðið, OG. “n0tail” gekk eisini á odda fyri sítt undirmetta Dota 2 lið, sum fekk eitt ósannlíkt fyrstapláss í the International í august.
Tað var nevniliga 25. august, at Jóhan Sundstein saman við liði sínum, OG, vann stóru kappingina, the International, har spælt verður um heimsmeistaraheitið í Dota 2. Teir vunnu heili 72 milliónir krónur.
Viðurkenningin til Jóhan Sundstein er honum væl unt, tí hann hevur veruliga verið dugnaligur - bæði sum spælari og til at skipa lið sítt sum liðleiðari og eigari. Hann er ambitiøsur og hevur ongar ætlanir um at gevast enn. Hann segði í samrøðu við Sosialin stutt aftaná heimsmeistaraheitið, at hann ætlaði at gera tað, sum eingin hevði gjørt fyrr - at vinna the International tvær ferðir.
Viðurkenningin frá Forbes er bara enn ein staðfesting av, at e-sportur er komin fyri at vera, og at nógvir møguleikar eru í nýggju ítróttagreinini.