Forboð fyri at vera á Islands Brygge

Politiið í Keypmannahavn hevur sett forboð fyri at halda til á Islands Brygge fyri at fyribyrgja koronasmittu

Í Danmark eru tað verri enn so øll, sum taka tilmælini hjá myndugleikunum um ikki at savnast fleiri enn 10 persónar í álvara. Politiið í Keypmannahavn hevur havt úr at gera seinastu sólskinsdagarnar við at halda skil á stórum mannamúgvum, sum hava verið úti og hugnað sær í góðveðrinum.

Serliga nógv fólk hava leitað sær á grønu fløtuna á Islands Brygge fyri at drekka øl, sóla sær og svimja. Fríggjakvøldið endaði tað so við, at umleið 200 ung fólk ballaðust, sum høvdu tey gloymt alt um koronatilmælini hjá myndugleikunum, og nøkur teirra dugdu sær ikki hógv.

Men nú hevur tað fingið avleiðingar, tí nú er forboð sett fyri at savnast á grønu fløtuni á Islands Brygge fyribils inntil 1. mai á midnátt, hevur Politiið í Keypmannahavn boðað frá.

Politistar verða til staðar á Bryggjuni komandi dagarnar.

– Nú mugu borgararnir taka seg saman og vísa, at teir skilja forboðið. Um fólk velja at vera á hesum økinum, fær mann eina bót umgangandi. Bótin er áljóðandi 2.500 krónur, sigur Anne Tønnes leiðari fyri Politiið í Keypmannahavn við DR.

Tað verður enn møguligt at renna túrar og ganga túr við hundinum á Bryggjuni.